Í løtuni viðger íslendska Althingi eitt uppskot, sum skal greiða gøturnar fyri, hvønn Arktis-politikk, íslendingar ætla at stinga út í kortið komandi árini. Tá ið Ísland bæði hevur landaøki og eitt óvanliga stórt sjóøki kring Arktis, er eitt av aðalmálunum við uppskotinum at tryggja støðuna hjá Íslandi sum strandaland í økinum kring norðpólin. Eitt annað aðalmál við uppskotinum er tryggja eina betri fatan av, at londini í norðasta parti av heiminum eisini eru partur av økinum kring norðpólin.
Tá ið lond í norðasta parti av heiminum verða umrødd, eiga vit at geva øllum londum í útnorði gætur, ikki einans Íslandi og Grønlandi, men sanniliga eisini Føroyum, ið hava nógv felags áhugamál við bæði Ísland og Grønland.
Millum felags áhugamálini teljast eitt nú oljuflutningurin, sum er vaksin nógv, og sum í sama viðfangi hevur økt um vandan fyri umhvørvisvanlukkum í økinum. Tørvurin hjá Føroyum á leiti- og bjargingarútbúnaði er stórur, tá fleiri av flutnings- og samferðslufarleiðunum eru kring Føroyar. Av somu orsøk er tað givið, at menningin í Arktis komandi áratíggjuni fer at hava eina beinleiðis ávirkan á trivnaðin hjá íbúgvunum í londunum í útnorði.
Uppskotið um íslendska arktispolitikkin nemir eisini við tørvin um at styrkja Arktiska Ráðið, sum er týdningarmesta samráðingarstaðið, tá ið tað kemur til trupulleikarnar og avbjóðingarnar hjá londunum í norðasta parti av heiminum. Tað er í Arktiska Ráðnum, at tær stóru avgerðirnar verða tiknar. Og talan er ikki einans um avgerðir, ið snúgva seg um rættindini hjá upprunafólkinum í økinum, men eisini avgerðir, sum verja okkara trygdarpolitisku áhugamál. Her verður sipað til bæði at forða fyri hernaðarútbyggingum og at verja áhugamálini hjá tí vanliga borgaranum. Vit mugu ikki gloyma, at upprunafólki í okkara parti av heiminum ikki eru so mong í tali, og tí er Arktiska Ráðið ein frálíkur pallur at siga sína hugsan.
Fyri at Ísland, Føroyar og Grønland framhaldandi kunnu tryggja síni áhugamál innan eitt nú heilsu- og orkuøkið, leggur uppskotið hjá Íslandi dent á, at samstarvið millum Ísland, Føroyar og Grønland verður styrkt. Úr sjónarhorninum hjá Útnorðurráðnum er henda kósin sjálvsøgd.
Grundleggjandi broytingarnar í okkara umhvørvi hava avgjørt ein vanda við sær, men sanniliga eisini nakrar møguleikar. Nú ísurin smeltar, hevur tað við sær aðrar siglingarleiðir og øktan skipaflutning, bæði tá ið tað kemur til ferðafólk og vøruflutning. Í kjalarvørrinum av hesum grundleggjandi broytingunum er ein vandi fyri umhvørvinum, sum krevur stórt eftiransni, bæði tá ið kemur til trygd og bjarging á sjónum.
Vit vita, at verður okkara náttururíkidømi troytt enn meira, kunnu trupulleikar stinga seg upp, tá ið tað eitt nú kemur til fiskiveiðu, grindadráp, kópaveiðu og fuglaveiðu. Felags fyri allar hesar vinnugreinar er, at tær eru smáar, men kortini hava tær alstóran týdning. Her er talan um vinnugreinar, sum hava djúpar mentanarligar røtur, sum byggja á rættindi hjá upprunafólki.
Okkara lond verða noydd at vera á varðhaldi, tá ið stórveldini fara at berjast fyri sínum tungu búskaparligu áhugamálum í okkara parti av heiminum. Sjálvandi fara tey ikki at geva seg, tá ið so avgerandi áhugamál sum ríkar olju- og gasskeldur í Arktis eru upp á spæl. Smærru londini mugu tí standa saman og berjast fyri sínum rættindum. Úrslitið verður altíð betri, tá ið tey standa saman og samstarva um at verja felags áhugamál, heldur enn at stríðast í sjálvdrátti. Tí er tað av stórum týdningi, at londini í útnorði verja síni áhugamál í felag. Eitt sterkt samstarv millum okkum er tí avgerandi, tá ið vit skulu geva okkara støðu til kennar á samráðingarstaðnum, har avgerðirnar verða tiknar. Eisini eiga vit at leggja doyðin á, at atlit verða tikin til Føroyar, tá ið spurningar um Arktis verða umrøddir.
Eg haldi tað er av stórum týdningi, at nógv verður lagt fyri at styrka um fatanina hjá okkum norðurlendingum um átrokandi trupulleikarnar í økinum kring Norðuratlantshavið. Tað er í tøkum tíma, at okkara politiska stavnhald gerst enn greiðari, so at vit eru væl ílatin til at taka støðu hesum týdningarmikla politiska spurningi.
Ólína Þorvarðardóttir
Formaður í Útnorðurráðnum